Menu

To the Faroe Islands – a fishing nation in the middle of the North Atlantic – life in the sea is a completely essential and natural part of the Faroese identity. And a sustainable coexistence with the surrounding ocean is natural to the inhabitants. Therefore, there is no more suitable spot to place a new North Atlantic oceanarium and marine research centre.

Faroese text

Nýtt sjósavn

Føroyar eru ein sjóvinnutjóð mitt í Norðuratlantshavinum. Tí hava leingi verið ætlanir um at gera eitt veruligt sjósavn, ofta kallað “mest upplagda savnið í Føroyum.” Hesin dreymurin verður nú veruleiki.


Arkitektauppskot er gjørt, og partur av fíggingini fingin til vega. Nýggja sjósavnið verður ein stásiligur bygningur beint við innsiglingina til høvuðsstaðin, ið fer at rúma fjølbroyttum virksemi.

35 mió frá A.P. Møller Fonden til nýtt Føroya Sjósavn

A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hevur valt at stuðla ætlanunum at byggja nýtt Føroya Sjósavn við 35 mió kr. Grunnurin vísir á stóra týdningin, eitt slíkt sjósavn kann hava fyri føroyska samfelagið og vónar, at stuðulin av álvara setir ferð á ætlanirnar um at byggja eitt ikoniskt oceanarium í vakra Sandagerði.


Fleiri av áhugaðu útlendsku grunnunum undraðust á, at Løgtingið ikki lat íløgustuðul til eina slíka verkætlan og høvdu hug at aftrast. Men A.P. Møller Fonden játtaði tó við teirri áheitan, at arbeitt bleiv víðari við at fáa landið við. Í gjár eydnaðist so at fáa eina minni játtan í fíggjarlógina fyri 2025.


Við gávuni stuðlar A.P. Møller Grunnurin føroysku royndunum at varðveita sambandið við og kunnleikan til havið uttan um okkum. Við sjósavninum fáa føroyingar og ferðafólk her munandi betri møguleikar at skilja og uppliva serstaka náttúrumargfeldið í undir vatnskorpuni.


Við hesum eru 2/3 av neyðugu fíggingini fingin til vega, og 2025 verður brúkt til at fáa tað seinasta upp á pláss. Higartil hevur Tórshavnar Kommuna játtað 15 mió, Betri 10 mió og Fólkatingið 15 mió.



Eisini hevur sjóvinnan víst stóran áhuga fyri at stuðla og hevur higartil latið 1,2 mió kr. til projekteringina. Í mun til okkara grannalond er ikki vanligt í Føroyum at vinnan er við til at stuðla slíkar byggiverkætlanir. Burtursæð frá Betri Stuðulsgrunninum eru ikki stórir grunnar, bygdir á fæið hjá vinnufyritøkum. Tí er hetta ein spennandi gongd, sum vónandi kann mennast.


“Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya Sjósavn, Føroyar og fyri samfeløgini í Norðuratlantshavi. 99,5% av Føroyum er hav. Í einum landi, har meira enn 90% av okkara útflutningi kemur úr sjónum, og vit liva tætt upp at havinum hvønn einasta dag, tá er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Vit takka A.P. Møller Fonden fyri, at vit við hesum eru komin eitt risa fet nærri at gera okkara hugsjón til veruleika,” sigur formaður í Føroya Sjósavni, Dánial Hoydal.


Nýggja sjósavnið verður bygt á somu grund á Argjum, har Føroya Sjósavn liggur í dag. Harvið verða eingi inntriv gjørd í náttúruna. Tað eru Arkitektar99/LOFTI Arkitektar, ið hava gjørt skitsuuppskotið til tað 2.230 fermetra stóra byggjaríið.


Myndir síggjast her.

Founded in 2006

Føroya Sjósavn was founded in 2006 with the purpose of displaying the sea habitats surrounding the Faroe Islands. The Aquarium is organized as a self-governing institution (foundation) with a committee and a management team.  The institution is financially supported by both the municipality of Tórshavn and the Faroese Government. 


A maritime aquarium is of great importance to the education of children and adults about our basic living conditions and surrounding environment.

Opening hours:


Winter


During the winter season we are open Saturday and Sunday from 2pm to 5pm. The winter season runs from 1. September to 14. June.


Summer


During the summer season we are open Tuesday to Sunday from 2pm to 5pm. The summer season runs from 15. June to 31. August.

Do you have any questions?

Call us

Write to us

V-tal: 573124

Bank account: 6460 1730039