Vælkomin á Savnsfagnaðin 2024 á Sjósavninum
Øll eru vælkomin. Vit lata upp mánadagin 14. oktober kl. 10. Opið er frá kl. 10 til 16 hvønn dag í vikuni. Á hesum Savnsfagnaðinum lata vit eitt størri akvarium upp. Tað er gjørt úr byngjum, nýtt og gott gamalt. Arbeiðið er ikki endaliga liðugt, men tað ber til at síggja lívið í havinum kring okkum. Vit samstundis i holtur við at fyrireika eitt nýtt stásiligt Sjósavn. Alt hetta krevur orku, og av tí orsøk er vanligur prísur til Savnsfagnaðin. Vaksin 40kr, 5 til 14 ár kostar 20kr og tey yngru koma inn ókeypis.
Í HESUM FILMINUM FÆST AT VITA UM NÝGGJA SJÓSAVNIÐ, SUM ER Í EYGSJÓN
Eitt nýtímans sjósavn er upplagt at hava í Føroyum. Danmark hevur 12 sjósøvn (Oceanarium og akvarium) meðan einki ordiligt Oceanarium er í útnorði (Føroyar, Ísland og Grønland). Okkara verður tað fyrsta, sum fevnir um hesar ómetaligu havvíddir.
Føroyar eru stórt sæð bara hav og okkara samfelag og vælferð byggir á úrtøku úr havinum. At varðveita og skapa samband við havið hevur alstóran týdning, nú nýmótans samfelagið minkar um sambandið við náttúruna og alnótin tekur yvir. Vit mugu vita um náttúruna fyri at vera góð við hana og ansa eftir henni.
Sjósavnið verður ein vitanardepil um havið, har vit fáa samband við havið við upplivingum, spæli og undirvísing. Her verður havgransking samansjóðað og framd og okkara sjóborni mentanararvur verður eisini miðlaður og ein partur av upplivingini.
Stóra nýggja Sjósavnið verður eitt savningarstað fyri øll, beint við vakra Sandagerð, eitt havsins Norðurlandahús!
Sjósavnið var við á norðurlendskari ráðstevnu fyri sjósøvn í Ålesund tann 22 til 24 mai.
Vit løgdu okkara verkætlan fram, ætlanirnar um eitt ordiligt Oceanarium í Føroyum fyri øllum sjósøvnum í norðurlondum og altjóða akvariuserfrøðingum við. Spennandi var at hoyra hvat tey fóru at halda. Tað er snedugt at einki av slíkum slag er í Norðuraltantshavinum og Arktis (Føroyum, Íslandi og Grønlandi) hildu tey. Starvsfelagar okkara hildu at projektið er gott og at tað er heilt upplagt at ein slíkur havsinsdepil verður gjørdur í Føroyum, sum av sonnum er eitt havsins land. Ein góð kensla at hoyra hvat hesi dugnaligu fólk halda, fólk frá Nordsøen Oceanarium í Hirtshald, Atlanterhavsparken í Ålesund, Den Blå Planet, Tivoli, Polaria í Tromsø, Universeum i Gøteborg, Baltic Sea Science Center í Stockholm og mong onnur.
Copyright © All Rights Reserved