tilfar

Føroya Sjósavn varð sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og dagligari leiðslu. Framsýningarnar hava síðan 2006 verið í íshúsinum á Argjum. Serligur dentur verður lagdur á at hava livandi framsýningar, sum geva gestum eina so góða heildarmynd av lívinum í sjónum á okkara leiðum. Harumframt er eitt aðalmál at undirvísa skúlaflokkum, barnagørðum og øðrum bólkum í evnum sum hava beinleiðis samband við framsýningarnar.

Copyright © All Rights Reserved