Skúlatænasta

Føroya Sjósavn varð sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum. Harumframt er eitt aðalmál at undirvísa skúlaflokkum, barnagørðum og øðrum bólkum í evnum sum hava beinleiðis samband við framsýningarnar. Síðan 2006 hava skúlaflokkar og barnagarðar í hópatali vitja á sjósavninum. Skúlatænastan er opin alt árið, tó ikki tær tíðir tá ið opið er fyri almenninginum. Um tú ert lærari ella námsfrøðingur og ætlar at vitja okkum, so ber til at avtala tíð frammanundan og um ynski er fyri serligari undirvísing á staðnum so kan tað eisini leggjast til rættis.

Skúlatænastan

Skúlatænastan er tøk allar gerandisdagar frá 08:00 til 15:00. Skúlatænastan skal bíleggjast frammanundan. Ringið 505120 ella 321020 í góðari tíð. Kostnaðurin er 25 fyri hvønn í bólkinum ella í minsta lagið 300 kr til samans

Copyright © All Rights Reserved